Ongantíð áður hevur Fótbóltssamband Føroya upplivað ein so stóran áhuga fyri einum heimadysti hjá føroyska landsliðnum sum nú til dystin móti Grikkalandi 13. Juni.
Lítið man vera at ivast í, at søguliga úrslitið í Pireus 14. Novembur í fjør, tá ið Føroyar vunnu 1-0, er ein av høvuðsorsøkunum til stóra áhugan, men nýggju umstøðurnar á Tòrsvølli við taki yvir áskoðaraplássini hevur uttan iva eisini sítt at siga.
Hjá Fótbóltssambandi Føroya verður upplýst, at bara nøkur fá hundrað atgongumerkir eru eftir til dystin, og væntandi verður útselt ein av fyrstu døgunum. Upplýst verður, at ongantíð áður hava so nógv atgongumerki verði seld til eina heimadyst hjá Føroyum, í so góðari tíð undan dystinum.
Tað er tí lítið at ivast í, at útselt verður til dystin, sum verður bríkslaður í gongd leygarkvøldið 13. juni klokkan 19.45 fyri einum fullsettum Tórsvølli við nýggjum karmum og við UEFA-forsetanum Michel Platini millum áskoðararnar.









