Upprunaliga var ætlanin, at bøur skuldi vera har, tá grótið var tyrvt, men býráðið hevur nú broytt hugsan, og ætlar at gera ein útstykking til bústaðir niðan fyri vegin og til vinnu oman fyri vegin. Tað verður tí ein heilt nýggjur býlingur á Velbastað, sum fer at liggja sunnan fyri bygdina á økinum, sum longu er planerað við gróti úr tunlinum.
Býráðið skal nú í samráðngar við Búnaðarstovuna um at fáa økið til bústaðabygging. Tunnilsfelagið hevur játtað, at býráðið yvirtekur tær avtalur, sum felagið hevur við festaran.