Nærum eingin vøkstur í skattainntøkum í 2013

Kortini er skattatrýstið tað lægsta síðani uppgerðin hjá Hagstovuni byrjaði í 1998.

Skattainntøkurnar hjá tí almenna í 2013 vóru 6.086 milliónir kr., 37 mió. fleiri enn árið fyri. Lági vøksturin ger, at skattatrýstið minkaði 1,9% stig niður í 42,4% í mun til BTÚ, og tað er tað lægsta nakrantíð, síðan uppgerðin byrjaði í 1998. Hesum boðar Hagstovan frá í dag.

 

Tað var nærum ongin vøkstur í skattainntøkunum hjá tí almenna í 2013. Undanfarnu trý árini hevur vøksturin verið millum 2,4 og 4,1%, men í 2013 var vøksturin 0,6%. Tilsamans komu 6.086 milliónir inn í skatti í 2013, 37 fleiri enn árið fyri.

 

Frá tølunum hjá Hagstovuni sæst, at tað er inntøkuskatturin og sosialy tryggingargjøldini, ið geva øktar inntøkur til landskassan. Hetta er slíkt, ið er beinleiðis tengt at lønini hjá løntakarum og kann tí benda á, at fólk forvinna eitt sindur meiri enn fyrr. Persónligi inntøkuskatturin var 103 milliónir krónur meiri enn í 2012, meðan vinnufelagsskatturin var 64 milliónir krónur hægri enn árið fyri. Hinvegin, so minkar inntøkan frá avgjøldum og tænastum, sum bendir á, at nýtslan hjá føroyinginum er minkað. Millum annað er inntøkan frá meirvirðisgjaldinum lækkað við 31 milliónum árið fyri.

 

Skattatrýstið er skattainntøkan í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, (BTÚ). Orsøkin til at skattatrýstið fall var, at BTÚ vaks 5,1% í 2013 í mun til 2012, meðan skattainntøkurnar bert vuksu 0,6%.