Nærum annar hvør fangi hevur ikki danskan uppruna

Innflytarar, eftirkomarar og útlendingar uttan tilknýti til Danmark fylla alsamt meira í donskum fongslum.

 

Tað er um at vera eins vanligt at hitta ein Hassan sum ein Henrik, um tú vitjar eitt danskt fongsul.

 

Sambært nýggjum tølum frá Kriminalforsorgini eru tað næstan líka nógvir innflytarar, eftirkomarar og útlendingar uttan tilknýti til Danmark í landsins fongslum og arresthúsum, sum tað eru fangar við donskum uppruna. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.

 

56,5 prosent av fangunum vóru í 2017 av donskum uppruna, og 43,5 prosent høvdu útlendska bakgrund.

 

Uppbýtið av upprunanum hjá innsettum sigur einki um ríkisborgaraskap. Hyggja vit eftir talinum av innsettum býtt á ríkisborgaraskap, eru innsett uttan danskan ríkisborgaraskap 27,8 prosent.

 

Somaliar og irakar eru tveir av størstu minnilutabólkunum í donskum fongslum og arresthúsum.

 

At parturin av innflytarum, eftirkomarum og útlendingum handan rimarnar eru so stórur er – sambært blaðnum – millum annað tí, at nógvir uppruna danir fáa linari dómar enn personar við útlendskum uppruna og tí kunnu revsast við fótleinkju.

 

Sambært blaðnum er parturin av innsettum við útlendskum uppruna hækkaður við meira enn 40 prosentum síðani 2005.

 

– Tað er tíverri ein gongd, sum ikki hevur fingið tað stóra uppmerksemið. Tí tað gevur nakrar serligar avbjóðingar í mun til málforðingar, tað merkir, at tað er trupult at tosa um trupulleikarnar.

 

– Samstundis koma nakrir innflytarar og eftirkomarar í fongslum frá umhvørvum, har respektin fyri myndugleikunum er á einum sera lágum støði, sigur René Larsen, felagsskrivari í Fængselsforbundet.

 

Hann vísir til hækkandi talið av álopum á fangavørðar, sum innflytararbandin Loyal to Familia hevur tikið ábyrgdina fyri.

 

Um vit bara hyggja eftir fongslunum í Keypmannahavn eru tey innsettu við donskum uppruna enntá í minniluta.

 

Bara 28,7 prosent av teimum innsettu í Københavns Fængsler høvdu danskan uppruna í 2017.

 

Tað skapar trupullukar, sigur David Jensen, álitismaður í Københavns Fængsler. Hann vísir á, at tað eru mong, sum fangavørðarnir ikki kunnu tosa við, og tað kann skapa trupulleikar.

 

/ritzau/