Seinastu árini er fólkatalið í Tórshavnar kommunu støðugt voksið, og fyrr í ár fór fólkatalið í kommununi upp um 20.000 fólk. Harvið búgva nær við helmingurin av øllum føroyingum í høvuðsstaðarkommununi.
Vøksturin tykist tó ongan enda at taka. Í dag skrivar kommunan nevniliga, at tað í desember eru 20.520 íbúgvar í kommununi, og byrjar tað harvið at nærkast 21.000 íbúgvum. So nógv fólk hava ongantíð áður búð og virkað í Tórshavnar kommunu, og er talan um ein vøkstur á 1,3 prosent síðsta árið.
Ein kann freistast at halda, at talan einans er um tíð áðrenn vøksturin steðgar, men sambært kommunuætlanini, so verður væntað við einum árligum vøkstri á einum 1 prosenti tey næstu fimtan árini.
- Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er at gera kommununa til ein veruligan vakstrardepil. Tað besta, vit kunnu gera, er at gera okkara samfelag so lokkandi, sum til ber fyri tey, sum búgva her og fyri tey, sum kunnu hugsast at fara at seta búgv í kommununi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.