Naena er ættað úr Syðrugøtu, dóttir Poul Amaliel Mikkelsen, og Perlinu, f. Højgaard. Tey vóru 7 systkin. Brøðurnir vóru Niclas, Palli og Petur Eli og systrarnar vóru umframt Naenu, Petra, Mona og Antona. Bert systrarnar eru á lívi.
Tey vóru av góðum bergi brotin. Í faðirættini eru tey úr Barbustovu. Abbin, Petur Pauli, var tiltikin fyri sína styrki. Mamman var dóttir fyrstu niðursetufólkini í Rituvík Nicolinu og Per, sum eiga sína serligu søgu.
Naena kom blaðung til Havnar í 1943 at passa systir sína Monu upp. Mona hevði í sjómansheiminum hitt norðmannin Thoralf Gjerstad. Tey giftast í 1942, og tey komu at gerast partur av søguni um norðmenn í Føroyum undir krígnum.
Í Havn hitti Naena Sigurd Danielsen, sum var ættaður av Hvítanesi. Hann hevði verið niðri undir krígnum og lært til bakara. Hann slapp sum hinir føroyingarnir í Danmark ikki heim fyrr enn eftir krígslok. Tey giftust í 1948.
Sigurd fekk astma og fekk ikki arbeitt sum bakari. Hann fór tí at handla í 1955, og tey høvdu handil til 1988, tá aldurin var kom at gevast, og kom handilin at gerast arbeiðið hjá Naenu alla hesa tíð. Sigurd var eisini ein undangongumaður í rækjuvinnuni og var við til at byggja fyrsta “Hvítanes”. Seinnu árini sigldi hann eisini nógv við ymiskum fiski- og farmaskipum. Sigurd andaðist í 2002. Naena kom eisini í seinnu árum at vera virkin í Heimavirkinum saman við bygdarkonuni Óluvu Húsgarð.
Tann sum skrivar hesar reglur havi altíð kent Naenu sum eitt av teimum mongu gøtufólkunum í Havn.
Men seinnu árini eru eg komin at kenna hana sum eitt fróðarfólk, sum er ótrúliga vitandi um mong viðurskifti. Eina mest veit hon um bygdar- og ættarsøgu, og tað er eisini so heppið, at hon dugur at skriva sína vitan niður.
Hon hevur tískil skrivað niður sína ættarsøgu, sum samstundis er ein munandi partur av søguni hjá Syðrugøtu. Hesa søguskriving fekk FF-blaðið stóra gleði av, ta tíð tað var, og hevði blaðið nógvar av hennara frásøgnum.
Sum sagt var abbin í Gøtu úr Barbustovu, meðan omman var av Dunganum, sum eisini átti síni merkisfólk.
Frásagnirnar hjá Naenu finnast á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo
Dungasøgan finst í bløðunum 310 og 311. Barbistovusøgan finst í blað nr. 325. Søgan um Thoralf og Monu er í nr. 317. Naena hevur eisini greitt frá søguni hjá Sigurd og Hvítanes, og hon finst í blað nr. 283. Tey, sum hava áhuga, kunnu tískil finna fram til hesar frásagnir, sum vóru sera væl umtóktar, tá tær komu fram.
Naena hevur eisini skrivað um torvskurð hjá Syðrugøtufólki og um fiskaturking í Syðrugøtu, eins og hon hevur givið sítt íkast til annað siðsøguligt tilfar.
Tað merkist ikki á Naenu, at hon er áttati. Hon er framvegis virkin í einum vaskiholdi í Ebenezer, har hon eisini á annan hátt hevur verið trúgv øll síni ár í Havn.
Naena er eisini sera ættarkær og ætt út í fleiri lið roknar hon sum síni næstrafólk, sum hon eisini hevur umsorgan fyri. Trúføst er hon sum trøllið, og er hetta ein eginleiki, sum sigur meira enn mangt annað.
Naena eigur børnini Poul, Per og Ingibjørg. Ommubørnini eru 10, og langommunbørnini fýra.
Góða Naena! Hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum og takk fyri vinskap og trúfesti.
Naena er ikki heima føðingardagin.
ó.