Næmingarnir sleppa at síggja sólarmyrking

Tað verður ongin Pisakanning ímeðan sólarmyrking er

Tað er nú greitt, at tað verður eingin pisakanning í Føroyum tann dagin, full sólarmyrking er.

Tað er tann 20. mars næsta ár, at full sólarmyrking er, og hon sæst best í Føroyum.

Tí hava túsundtals útlendsk ferðafólk boðað frá, at tey koma higar hendan dagin.

 

Men sama dag hevur mentamálaráðið eisini boðsent øllum næmingunum í 9. flokki til eina pisakanning og hetta er fallið nógvum fyri bróstið, at næmingarnir ikki skulu fáa høvið at síggja eina so heilt serstaka náttúruhending.

 

Les eisini. Føroysk pisakanning í sólarmyrking

 

Men nú sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, at hetta verður nú broytt, so at allir næmingar, sum vilja, fáa høvi at uppliva hesa stórhending.

- Tað verður eingin pisakanning hendan dagin, sólarmyrkingin er, sigur landsstýrismaðurin í stuttari viðmerking.