Næmingarnir skulu læra um grind í skúlanum

Eitt frálíkt hugskot, sum eg fari at arbeiða víðari við í landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal

Fólkaskúlin eigur at læra næmingarnar um grind og grindadráp.

Tað heldur Jústines Olsen, djóralækni, sum hevur arbeitt nógv við grind. Og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum, heldur, at tað er eitt frálíkt hugskot.

 

Djóralæknin vísir á, at nú hava tey skipað fyri skeiðum kring landið í at drepa grind og tað átti at verið eitt gott, ástøðilig grundarlag fyri at læra tað í veruliga lívinum, niðri í mølini.

 

Men spurningurin er so, hvussu vit koma víðari, og Jústines Olsen heldur, at hetta kundi verið eitt gott evni at tikið upp í skúlanum.

 

- Grind er so nógv annað enn tað at drepa ein hval. Tað er eisini ein mentan, og tað er ein spurningur um at skera upp, býta og hagreiða grind. Og hann heldur, at tað kundi verið rímiligt, at fólkaskúlin tók upp í framhaldsdeildini við jøvnum millumbili.

 

Tað kundi verið tikið upp í einum skúlaøki ísenn, soleiðis at komið varð kring landið við jøvnum millumbili.  

 

Høgni Hoydal, landstýrismaður í veiðimálum, heldur, at tað er eitt frálíkt hugskot, sum hann fer at bera víðari í landsstýrinum.

 

Hann hugsar ikki, at børnini bara skulu læra um sjálvt grindadrápið, og hvussu mønustingari blásturkrókur, og onnur amboð, skulu brúkast.

 

Hann heldur nevniliga, at børnini eiga at læra meiri um øll viðurskifti, ið hava við grind at gera. Sostatt eiga tey eisini at læra um mentan í sambandi við grind, um at reka grind, um at skera upp, um at býta, og hagreiða grind, og annars um alt, ið knýtir seg afturat tí at drepa grind.

 

- Tað hevði frálíkt at fingið tað sum fastan tátt í fólkaskúlanum, heldur Høgni Hoydal, og tí fer hann at taka málið upp.