­ Næmingarnir læra at spæla fyri børnum

Skemt, látur og sangur hoyrdist í Læraraskúlahøllini, tá námsfrøðingar í 1. flokki - tað er pedagogar - skipaðu fyri føstulávintkabarett fyri børnum í barnagarðsaldi

Tað var lív og leikur á Læraraskúlanum fríggjadagin fyri førstulávint, tá næmingar í 1. pedagogflokki framførdi ?Føstulávintkabarettina³ heilar fýra ferðir fyri fullsettum sali. Umleið 1000 sóu framførsluna.

Sum heitið sigur, vóru leikararnir í litføgrum og stuttligum búnum, sum teir sjálvir høvdu evnað til.

Umframt tað var pallurin prýddur við stuttligum lutum og litum og nógvur tónleikur varð spældur, so børnini kundu syngja við.

Í innihaldi var framførslan bygt yvir ævintýr og sangir, sum børnini kenna. Eitt nú var ?Oman kemur grýla úr gørðum³ og ?Vestan fyri Mikines³ dramatiserað á palli, afturvið tónleiki.

Tveir stuttligir gyklarar vóru eisini á pallinum, sum bundu saman tey ymsu leikbrotini.

Upprunin til kabarettina var eitt dramaskeið, sum Jórun Simonsen, dramalærari, skipaði fyri.

24 næmingarnir í 1 flokki á Læraraskúlanum vóru á skeið í 14 dagar, undir heitinum ?Føstulávint³. Hetta er liður í undirvísingini, har umframt drama eisini varð undirvíst í handarbeiði og tónleiki.

Næmingarnir lærdu leiklistateknik, um hvussu ein søga kann sigast og framførast á palli.

Til hesa undirvísing vóru Súsanna í Jákupsstovu, handarbeiðslærari, og Herluf Lützen, musikskúlalærari, eisini lærarar á skeiðnum.

Jórun Simonsen sigur, at skeiðið fyrst og fremst var fyri at læra pedagog-næmingarnnir at brúka ymsan teknikk, tá ein søga skal sigast, eins og fyri at læra at seyma búnar, sum næmingarnir kunnu brúka,tá teir fara í starv í barnagarði.

- Vit halda tað eisini vera stuttligt at bjóða teimu smáu út á Læraraskúlan at síggja sjónleik o.a., ið er eitt sindur út yvir tað vanliga, sum tey annars gera barnagarðinum, sigur Jórun Simonsen.