Fólkaskúlin skal geva næmingunum størri møguleikar at brúka og dyrka síni evni.
Tað heldur Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Og nú spyr hann Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um, hann ætlar at taka nøkur stig í so máta.
Hanus Samró vísir á, at Pisakanningin hevur sent ein lítlan skelk gjøgnum føroysku skúlaskipanina, tí úrslitini vísa, at Føroyar eru framvegis niðan fyri hini OECD londini.
Tað er ein sannroynd, at næmingar eru ymiskir, staðfestir Hanus Samró.
- Nakrir duga føroyskt, aðrir duga støddfrøði og upp aftur aðrir hava góð evni til tónleik og list.
- Hetta eru eginleikar, vit skulu gleðast um, bæði sum samfelag og sum tjóð.
- Tí kann tað tykjast óheppið, tá politiska skipanin heldur evnunum niðri og ikki loyvir teimum at spríkja og at vaksa.
Hanus Samró heldur, at tað er óheppið, tá ið politiska skipanin ikki virðir evnini hjá einstøku næmingunum.
Tí vil hann hava, at fólkaskúlin verður broytt soleiðis at næmingar sleppa at arbeiða við sínum evnum og at fólkaskúlin verður býttur upp eftir evnum og førleikum.
Hanus Samró er greiður yvir, at hetta er at kollvelta føroyska fólkaskúlan.
Men tað er avgerandi, at næmingarnir finna sínar líkar í teimum ymsu lærugreinunum fyri framhaldandi at menna síni evni, heldur hann.
|