Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, tók ímóti og vísti teimum runt í ráðnum. Hann hevði eina stutta framløgu fyri teimum í barnahædd, og svaraði spurningum, sum næmingarnir høvdu fyrireikað til vitjanina.
Landsstýrismaðurin er sera glaður fyri at fáa slíkar vitjanir og ætlar at skipa fyri, at ráðið verður meira opið, so børn og ung merkja, at politiska skipanin er áhugað at hoyra teirra sjónarmið. Hetta var fyrsta vitjanin av hesum slagnum og hon eydnaðist væl.
##med2##