Í dag hava næmingar frá framhaldsdeildunum kappast til Skúla FM um heiðurin at eiga besta íverksetarahugskotið.
Hugskotið, sum vann, var ein app til húsarhaldið, sum ger tað lættari at spara streym, og aftur í ár vóru tað næmingar frá Skúlanum við Løkin, ið vunnu.
- App'in kann setast til ymisk húsarhaldstól, og hon mátar streymin, sum tólini brúka gjøgnum dagin. So sært tú, hvussu nógv tú sparir, um tú til dømis sløkkir eitt av tólunum í tveir tímar, greiðir Rógvi Langgaard frá. Hann hevur arbeitt í einum bólki saman við Bárði Johannesen, Elsu Skoubo Jacobsen og Betuel Reinert Hansen. Saman hava tey arbeitt hart alla vikuna.
- Vit fingu at vita, at okkara hugskot skuldi umboða skúlan fyri einari viku síðan, og vit hava arbeitt sera hart alla vikuna við at gera hugskotið meira nágreiniligt. Nú eru vit troytt og skulu bara slappa av, sigur Rógvi Langgaard.
Vinningin á 5.000 krónur valdu næmingarnir at deila við læraran, sum eigur ein stóran part av æruni, sigur Rógvi Langgaard.
Umframt pengar vunnu næmingarnir eitt ferðasteyp og eitt steyp til ognar.
Tiltakið var hildið í Løkshøll, og tað er Íverksetarahúsið í Klaksvík, sum stendur aftanfyri tiltakið.