Næmingar úr Sandavági á Dímunargarði

- Teir hava roynt eitt sindur av hvørjum - hava tikið sær av neytunum, og teir hava mjólkað og tikið kálirabirøtur upp.

- Seinastu tvær vikunar hava vit verið so heppin at hava havt tveir fittar og raskar næmingar í starvslæru hjá okkum. Teir eita Búi Falkvard Nielsen og Magnus Williamsson.

 

Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá Dímunargarði, har lagt verður aftrat, at starvsnæmingarnir eru úr Sandavági og ganga á skúlanum á Giljanesi.

 

- Búi og Magnus hava roynt eitt sindur av hvørjum hesar báðar vikunar, teir hava verið her. Teir hava millum annað tikið sær av neytunum; teir hava mjólkað og tikið kálirabirøtur upp.

 

Á Facebook-vanganum verður sagt at onkur dagur var so mikið góður, meðan starvsnæmingarnir vóru á garðinum, at tað eydnaðist at savna fylgið á oynni.

 

- Vit takka fyri vitjanina og ynskja Búa Falkvardi Nielsen og Magnusi Williamsson alt tað besta, siga tey á Dímunargarði.

 

##med2##

 

Teir hava roynt eitt sindur av hvørjum í Stóru Dímun, og her reka teir kálvarnar.