Tað vóru næmingar í Tekniska Skúla í Klaksvík, sum vunnu føroysku undankappingina til finaluna í European Business Game.
FM kappingin í European Business Game var í Vestmanna mikudagin, har sjey bólkar vóru.
- Kappingin var sera jøvn, og vinnandi bólkurin gjørdist DipFish frá gymnasialu tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sigur skúlastjórin, Rúni Heinesen.
Í kappingini, European Business Game, skulu næmingar stovna eitt hugsað virki, umframt at teir skulu gera eina virkisætlan, fíggjarætlan og kanna marknaðin.
- Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera dyppsós úr livralýsi við teimum sunnu Omega 3 feittsýrunum.
- Teir tríggir næmingarnir, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til eina vælsmakkandi dyppsós, sum hóskar væl afturvið fiski.
Tíggju evropeisk lond eru við í kappingini, og næmingarnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evropisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í Italia í summar.
|