Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, var í gjárkvøldið vertur við ein døgurða fyri teimum 15 lærarunum frá vinarbýunum hjá Klaksvíkar kommunu úr Tróndheimi, Norrkøping, Tammerfors, og Odense, sum í eina lítla viku hava verið í Klaksvík á vinarbýarfundi.
Dekkað varð sera snotisliga og hugnaliga upp í Skúlanum við Ósánna. Borðreitt varð eitt nú við lambinum, sum gestirnir sjálvir høvdu verið við til at flett fyrr í vikuni norðuri í Haraldsundi. Maturin smakkaði óføra væl!
Ja, so væl smakkaði og so væl varð fyrireikað og prýðiliga dekkað, at Jógvan Skorheim fór at fregnaðst eftir, hvør hevði staðið fyri hesum. Tá hann fekk at vita, at talan var um 10. floks næmingar, sum høvdu valt “hotel-linjuna”, vildi hann sleppa at heilsa upp á næmingarnar og takka teimum fyri framúr gott avrik. Lærari í hesi lærugrein hevur verið Bina Klakkstein, og góðu lambasteikina hevði Hanna Magnusson staðið fyri.
Gestirnir reistu seg upp kropp av kroppi at takka fyri tað, sum tey kallaðu tann besta lærarafundin í vinarbýarhøpi, tey høvdu verið á. Tú fekst fyrst eina kenslu av, at hetta søgdu tey fyri at sýna vinarlag og kurteisi.
Men, tá Åse Müller úr Tróndheimi, sum hevur verið við í fleiri ár, reistist og við sera føgrum orðum fleiri ferðir vísti á dømi úr skránni fyri fundin, hví hetta var besti lærarafundurin í vinarbýarhøpi - ja, so vart tú sannførdur um, at so var.
Åse hevur verið á mongum vinarbýarfundum mangar staðir og hevur sjálv fyriskipað slíkar.
Tøkkirnar mundu ongan enda fingið og Rannvá Joensen, varaskúlastjóri, sum vegna Skúlan við Ósánna hevur staðið fyri hesum norðurlendska lærarafundi, var sjónliga rørd.
Ein av lærarunum frá Odense, Brian Riis, hevði spælt fótbólt saman við Ábraham Løkin í síni tíð í Odense. Hann var so hugtikin av føroyska dansinum, at hann hevði yrkt nøkur vers, so allir gestirnir sluppu uppí ringin, meðan hann skipaði eina heimagjørda vísu á donskum. Hann fór við vissu til Odense at læra næmingar sínar at dansa føroyskan dans, helt hann fyri.
Dugnaligu næmingarnir, sum standa undir liðini á borgarstjóranum, ið eisini høvdu gjørt forrættin, eru f.v.: Turið Brestisson, Sonja Michaelsen, Hanna Klakkstein og Petra Klakkstein.
Ein annar næmingur, sum ikki er við á myndini, er Lisa Joensen. Næmingarnir vórðu klappaðir út í matarhøllina, har teir fingu rós fyri góðu avrik síni.
Borgarstjórin, sum í næstum skal til Norrkøping at undirskriva nýggjan vinarbýarsáttmála, segði, at eftir hesar mongu góðu afturmeldingarnar frá vinarbýunum um lærarafundin í Klaksvík, hevði hann enn betri áræði at skriva undir nýggju vinarbýaravtaluna, sum hevur stóran týdning á so mongum økjum.
Orð & myndir: Dávur Winther.