Næmingar senda jólakort

Í vikuni vóru vøkur jólakort latin øllum fólkaskúlum í landinum. Jólakortini er nýggjasta átakið hjá Føroyar lesa. Endamlálið er at eggja næmingum at senda onkrum eina persónliga jólaheilsan

Føroyar lesa skriva, at átakið gevur næmingunum høvi brúka fleiri tættir úr undirvísingini, at venja hondskrift, at skipa ein tekst og at senda familju ella vinum ein vinaligan tanka, nú jólini stunda til. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag. Tí eru Lærarafelagið og Føroyar lesa farin í samstarv við Posta, Føroya Prent og Jóhan Mortensen við hesum átaki.

 

Jólakort, brævbjálvar og frímerki eru koyrd út til allar skúlar. Næmingarnir skriva jólakortini í skúlanum, og 27. novembur koma starvsfólk frá Posta at heinta kortini, sum síðan verða borin út fyrst í desembur.

 

Allir næmingar í landinum kunnu luttaka. Tilsamans eru 7.603 næmingar í fólkaskúlaaldri, og um teir allir skriva tvey jólakort í part, verða heili 15.206 jólaheilsanir bornar út.

 

Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum. Øll jólakortini verða send í brævbjálva, og eru dupult, soleiðis nóg mikið av plássi er at skriva eina góða jólaheilsan