Tað gjørdu tey við at skipa fyri stuðulsrenning á Tórsvølli í Havn, har familja, vinir og kenningar kundu stuðla við at gjalda eina upphædd fyr hvønn kilometur, tey runnu.
Næmingarnir í 6. flokki høvdu gjørt seðlar at hava heim við til tey avvarðandi, sum sjálv kundu velja, hvussu nógv tey ynsktu at stuðla við.
Næmingarnr runnu á Tórsbreyt í ein tíma, og úrslitið var, at tey fingu 25.000 krónur inn.
Næmingarnir, sum handaðu Alisu Hammer frá Bláa Krossi kekkin, eru Elisabeth Jansdóttir og Sanna Karbech Saxov - hesar báðar handaðu.
Lærarar í flokkinum eru Beinta Skaalum og Sára Dam.
##med2##
##med3##













