Tey, sum ganga í 5. flokki, eru mest útsett fyri at verða happað, men hyggja vit at tølunum, sum vísa, hvør happar, síggja vit, at tað eru 9. flokkarnir, sum happa mest.
Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur hugt
– Hyggja vit at samlaða tølinum fyri tey, sum happa, happa sjáldan, ofta og bara saman við øðrum, er talan um 41 prosent í 9. flokki. Sjeyndu flokkarnir koma níggjundu flokkunum á baki við 35 prosent og til seinast fimtu flokkarnir við 25 prosentum. Eingin í nøkrum av hesum trimum aldursbólkunum sigur seg happa ofta; tey halda seg til at siga, at tey happa sjáldan. Í kanningini finna vit ikki eina frágreiðing, hví so er, og tað er neyvan soleiðis, at tað eru tey í 9. flokki, sum happa tey í 5. flokki.
Skúlablaðið skrivar, at mesta happingin fer fram í 5. flokki, og síðan minkar hon. Í 5. flokki siga 18 prosent, at tey hava upplivað happing viðhvørt og ofta, í 7. flokki eru tað 10 prosent og í 9. flokki er talan um 7 prosent. Í kanningini kemur greitt fram, hvussu hon minkar við árunum. 20 prosent av næmingunum í 5. flokki hava verið fyri happing fyrr, men ikki longur, í 7. flokki er talan um 22 prosent og 9. flokki 28 prosent. Í frágreiðingini verður sagt, at happing flytur seg og kann fyri summi byrja í 1. flokki ella kanska í barnagarðinum.
Hetta merkir, at tað eigur at takast atlit at happing sum ein møguleiki longu í innskúlingini og tey fyrstu skúlaárini, verður sagt.
Happingin fer mest frem millum næmingar í egnum flokki, men tað er ikki óvanligt, at næmingar úr øðrum flokki luttaka í happingini; sama er galdandi fyri gentur sum dreingir. Og mesta happingin fer fram í skúlagarðinum og flokshølinum.
Kynsbýtið vísir, at gentur happa gentur og dreingir dreingir; gentur uppliva eisini at dreingir happa tær og at fleiri gentur happa. Fyri dreingirnar er tað galdandi, at ein ella fleiri dreingir happa, men tað eru fáir, sum verða happaðir av gentum. Tað eru dreingirnir, sum ofta verða útsettir fyri happing, og tað eru dreingirnir, sum ofta eru við til at happa. 15 prosent av dreingjunum verða happaðir viðhvørt ella ofta meðan talið er 11 prosent fyri gentur.
Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning er gjørd millum allar næmingar í 5., 7. og 9. flokki í november 2014. Í alt ganga 2.125 í hesum árgangum, og 94 prosent hava svarað - ella 1995 næmingar. Teir næmingar, sum ikki hava svarað, vóru ikki í skúla tann dagin, kanningin varð gjørd.
Tey, sum hava gjørt kanningina fyri Mentamálaráðið eru:
Olga Biskopstø, cand. comm. á Granskingardeplinum
Katrin av Kák, cand. mag. og cand. ped. psyk. á Námsvísindadeildini
Martha Mýri, MA, Politics and International Relations á Granskingardeplinum