Næmingar á Argjahamri vunnu FirstLegoLeague

»Legoholics« av Skúlanum á Argjahamri vunnu First Lego League Føroya kappingina, sum varð hildin leygardagin.

Leygardagin var árliga kappingin í First Lego League Føroyar hildin í Føroya Tele bygninginum í Hoyvík. Fýra lið høvdu meldað til. Eitt úr Skúlanum á Løgmannabreyt, eitt úr skúlanum við Løkin í Runavík og eitt úr Skála skúla. Evnið í ár var náttúruvanlukkur. Kappingin er tríbýtt: Gransking, Tøkni, Marknaðarføring/Samstarv.

 

Skúlin á Argjahamri skrivar á heimasíðuni, at Legoholics, sum liðið úr Skúlanum á Argjahamri, eitur, vann Gransking, Tøkni og Marknaðarføring og blivu samanlagt eisini føroyameistarar í First Lego League Føroyar 2013. Hetta er annað árið, at Legoholics luttekur.

 

Legoholics vunnu Gransking, tí tey høvdu skapt eitt net, sum tey kallaðu Netembraser. Í stuttum kann sigast um hetta net, at tað kann skjótast upp um hús og sostatt binda alt fast í einum, tá stormar leika á.

 

Tøkni vunnu tey, tí tey vóru best.

 

Robotturin skal gera nakrar uppgávur á einum borði, sum síðani geva stig.

 

Tað er upp til liðið sjálvt, hvussu og hvørjar uppgávur verða loystar.

 

Nakrar uppgávur geva fleiri stig enn aðrar.

 

Tá avtornaði fekk Legoholics 353 stig, heili 132 stig fleiri enn nummar 2. Marknaðarføring vunnu tey eisini, tí tey høvdu ein vakran sølubás, eina góða framførslu og eitt gott søluátak uttan fyri Føroya Tele.

 

Júst sum robottkappingin skuldi byrja, varð rópt í hátalaranum, at Legoholics høvdu eitt søluátak úti í túninum.

 

Har var eitt lítið hús sett upp, sum skuldi ímynda eini sethús.

 

Netið varð síðani royndarskotið, og eydnaðist hetta til fulnar.

 

Framførslan varð skipað sum ein sjónleikur, um eitt gamalt par, sum sat inni í stovuni eitt stormkvøld og fekk Netembraser at bjarga húsinum.

 

Alt við upplestri av egnum yrktum yrkingum.

 

Samanumtikið kunnu Filip, Benjamin, Ragnar, Brian, Bartal, Hannis, Katarina, Heidi og Ása úr 7. b vera sera væl nøgd. Tey hava víst í verki, at tað loysir seg at arbeiða hart fyri nøkrum. Tey hava vunnið First Lego League Føroyar 2013 og kunnu gleða seg til at fara til Bodø í Noregi at kappast um tríggjar vikur. Har hittast øll vinnandi liðini í Skandinavia.

 

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER