Mikudagin verður høvi at hoyra næmingar í Suðuroyar Musikkskúla framføra í SALT á Drelnesi.
Á skránni er felagskór úr skúlunum í Hvalba, Porkeri og Sumba. Guðrun Sólja Jacobsen leiðir kórið.
Solosangur við undirspæli. Hetta eru næmingar hjá Guðruni Sólju Jacobsen.
Eisini er høvi at hoyra klavernæmingar hjá Kára Jacobsen, guitar og bass næmingar hjá Arnold Ludvig, messingnæmingar hjá Tróndi Enni og Trummunæmingar hjá Hjørti Patursson.
Eisini spælur messingorkestur undir leiðslu av Jens Knudsen.
Konsertin er 19. mai klokkan 17.00.