Øll tey fimm, sum yvirlivdu skipsbrotið týskvøldið í vikuni, tá føroyski seksæringurin Naddoddur koppaði út fyri norsku strondini, eru nú avhoyrd av norsku løgregluni.
Ein ung kvinna, sum var hin sætta av manningini, tá loyst varð úr Føroyum, læt lív í syrgiligu bátsvanlukkuni.
Sum skilst, var føroyingurin, Livar Nysted, sum var ein av manningini, avhoyrdur fyrrapartin í dag.
Sambært norskum miðlum í dag, heldur løgreglan eftir avhoyringarnar, at Naddoddur er koppaður í einari stóraldu, sum í minsta lagi var 4,6 metrar høg.
NRK veit at siga, at manningin hevði tikið niður stórseglið og sigldi við einum minni segli, tá ein stór alda kom aftanífrá, sum førdi til, at báturin koppaði.
Øystein Solhaug Russenes, átaksleiðari hjá løgregluni, sigur, at um tað mundið, tá skipsbrotið hendi, var loggførd ein alduhædd á 4,6 metrar, og vindstyrkin var 19 metrar um sekundið.
- Tá kunnu størstu aldurnar vera størri enn tað, sigur átaksleiðarin, sum vísir á, at leiðin kring Stad, har vanlukkan hendi, kann hava stóra aldu.
Norska Dagbladet spyr átaksleiðarin, hvørja kunning løgreglan hevur fingið undir avhoyringunum, hvussu fólkini í bátinum upplivdu hendingina, og hvørjar fyrireikingarnar til ferðina vóru.
- Vit hava fingið eitt gott innlit í hendingina, sigur hann við blaðið.
Øystein Solhaug Russenes sigur, at nú avhoyringarnar eru gjørdar, verður hugt eftir málinum av nýggjum, og løgfrøðingar fara eisini at meta um málið.
Meðan avhoyringarnar hava verið, hevur manningin, sum var við Naddoddi, búð á hotelli í Florø.
Átaksleiðarin hjá løgregluni kann einki siga um, hvussu tey fimm, sum yvirlivdu vanlukkuna, eru fyri sálarliga, men hann staðfestir, at tey ikki hava fingið likamlig mein.
##med2##