Fyrst skuldi finalan millum Rafael Nada log Novak Djokovic verða sunnudag, men nógva regni í New York gjørdi, at finlan var útsett til mándagin. Tá finalan var komin helvt fór aftur at regna. Tá hevði Nadal vunnið fyrsta sett 6-4 og tað stóð á jøvnum 4-4 í 2. setti.
Tveir tímar seinni var turt í veðrinum aftur og finlalan helt fram. Djokovic vann 2. sett 7-5, men so tók Rafael Nadal yvir. Hann vann næstu settini 6-4 og 6-2 og vann sostatt US Open.
Hetta er fyrstu ferð, at Rafael Nadal vinnur US Open. Hann hevur nú roynt at vunnið allar Grand Slam kappingarnar ? Wimbledon, Roland Garros, Australian Open og nú US Open. Nadal er tann sjeyndi í søguni, sum klárar tað.