Nadal vann í París

Spanska tennisstjørnan Rafael Nadal vann í dag finaluna í kappingini French Open í París. Í finaluni møtti Nadal serbanum Novak Djokovic, og tað bleiv sum væntað ein spennandi dystur.

 

Finalan byrjaði í gjár, men í fjórða setti gjørdu fyrireikararnir av at útseta avgerðina til í dag, tí tað regnaði. Tað endaliga úrslitið bleiv, at Nadal (myndin) vann 6-4, 6-3, 2-6, 7-5.

 

Novak Djokuvic er kortini framvegis nummar eitt á styrkilistanum, men eftir fleiri sigrar í seinastuni er Rafael Nadal nú í hølunum á honum.

 

Hjá kvinnunum vann russiska Maria Sharapova French Open.