Nadal vann French Open triðju árið á rað

Spanska tennisstjørnan, Rafael Nadal, hevur seinastu tvær vikurnar víst, at hann er nógv tann sterkasti tennisspælarin í heiminum á grúsi. Seinastu tvær vikurnar hevði hann vunnið allar sínar dystir rættiliga trygt á veg til finaluna, og í finaluni møtti hann heimsins besta tennisleikara, Roger Federer úr Sveis.

Roger Federer royndi av øllum alvi at geva Nadal mótstøðu, men at enda vann Nadal 3-1, og settúrslitini vóru 6-3, 4-6, 6-3, 6-4. Hetta var triðja ferðin á rað, at Nadal vann French Open.