Nadal úti í fýra vikur

Spanski tennisspælarin, Rafael Nadal, má halda ein steðg frá tennis í fýra vikur, orsakað av skaðanum í knænum, sum noyddi hann at gevast í fjórðingsfinaluni í Australian Open-kappingini ímóti Andy Murray. Læknarnir hava sagt honum, at knæið skal binda fullkomuliga frið í tvær vikur, áðrenn farast kann undir viðgerðina, ið væntandi tekur aðrar tvær vikur.