Nadal tók Borg-met

Spanski tennisspælarin, Rafael Nadal, sum er ovast á heimsstyrkilistanum, tók í gjár eitt gamalt met hjá svenskaranum, Björn Borg. Tá Nadal vann á brasilska Marcos Daniel, var tað hansara 29. sigur á rað í French Open, og sostatt hevur hann yvirhálað Björn Borg, sum í árunum frá 1978 til 1981 vann 28 dystir á rað í fronsku kappingini. Vinnur Nadal ein sigur aftrat, tekur hann eisini samlaða metið, sum kvinnuligi spælarin, Chris Evert, setti við 29 sigrum millum 1974 og 1981.