NA størsta fiasko í nýggjari tíð

Naser Khader er ikki egnaður sum floksformaður fyri Ny Alliance. Tað heldur nú fyrrverandi NA-limurin, Bjarke Larsen, ið hevur gjørt av at fara úr flokkinum Ein av vangamyndunum í Ny Alliance við valið herfyri, klamsar nú við hurðunum og rýmir úr flokkinum. Talan er um fyrrverandi blaðstjóran á limablaðnum hjá teimum Radikalu, Bjarke Larsen, sum fyri stuttum meldaði seg inn í NA, men nú boðar frá, at hann fer úr aftur flokkinum. Samstundis eru tað ikki mjúk orð, hann brúkar um leiðsluna í NA.

NA er vorðin størsta politiska fiasko í nýggjari tíð. Eingin annar flokkur hevur fingið slíkan viðvind og tikin so væl ímóti, og eingin annar flokkur hevur megnað at søpla alt burtur eftir so stuttari tíð, skrivar Bjarke Larsen í sínum uppsagnarmaili, sum Ritzau hevur fingið fatur í.

Hann finst samstudnis harðliga at floksleiðsluni og serliga stovnaranumm, Naser Khader, sum hann ikki heldur vera egnaðan sum floksformann, skriva donsk bløð