NA ikki lív lagað

Johannes Andersen, lektari í samfelagsfrøði, heldur ikki, at Ny Alliance fer at yvirliva sum politiskur flokkur upp á longri sikt Ny Alliance er ikki burðardyggur sum politiskur flokkur.

Tað metir lektor í samfelagsfrøði við Aalborg Universitet, Johannes Andersen. Hann heldur ikki, at royndirnar at byggja upp ein nýggjan landsfelagsskap er nóg mikið at bjarga flokkinum upp á longri sikt.

Eg rokni ikki við, at flokkurin yvirlivir til næsta val. Mangt bendir á, at tað verður trupult, tí Ny Alliance hevur ilt við at finna út av, hvar teir skulu standa politiskt, sigur Johannes Andersen, lektari við Ritzau.

Hann heldur, at pláss er fyri NA í donskum politikki, men roknar kortini ikki við, at flokkurin megnar at fylla plássið á borgarligu síðuni av miðuni.

Tann tingbólkur, sum teir hava fingið sett saman á Christiansborg, er ikki neyðturviliga tað besta fyri flokkin. Alt ov ofta hava verið ósemjur og alt ov ofta hava teir snávað. Neyðugt er tí, at tingmanningin aftur fær eina kenslu av at draga somu línu, sigur Johannes Andreasen við Ritzau.