Fiskivinna
Nøvnini á nýggju skipunum hjá P/F Beta í Saltangará, Bakur og Stelkur, hava sínar røtur nøkur ár aftur í skipasøguna.
Navnið, Bakur, er gamalt navn hjá Skipafelag Føroya, haðani Beta hevur sín uppruna. Stelkur var navnið á tí níggjunda Cuba-trolaranum, sum í sínari tíð varð seldur úr felagnum, tá ið skipini komu til landið í 1977. Stelkur varð seldur bretskum felag, og endaði sum kavaraskip í oljuvinnuni í Persaraflógvanum.










