Gøta: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa gøtunøvnini í teimum fýra bygdunum í Gøtu kommunu endaliga uppá pláss. Ein bólkur hevur sitið og arbeitt við málinum við m.a. Árant Hansen úr Norðragøtu Norðragøtu og Karl Thomsen umboðandi Syðrugøtu.
Gøta er jú gomul og kend søgulig bygd, og tað hevur hesin bólkurin eisini lagt sær í geyma. Tí eru m.a. allir Skeggjarnir "kallaðir" upp, eins og Tróndur í Gøtu.
Uppskotini til hesi nýggju gøtunøvnini í Gøtu hava eisini verið løgd fram fyri almenningin. Og eftir nakrar smærri broytingar eru nøvnini nú endaliga góðkend av øllum myndugleikum, verður sagt frá Gøtu bygdaráð.
Í farna mánaði kundi so bygdaráðið kunngerða hesi nøvnini, og vísa til møguleikan hjá almenninginum at síggja, hvussu gøtan hjá øðrum fólkum í bygdini eitur.
Í næstum verður farið undir at fyrireika skelting og annað, ið skal gerast í hesum sambandi.