Nú vilja vit hava FM

ÍtróttarSosialurin: EB/Str/Skála, 21. umfar, Amiée Hansen og NFL

Í ÍtróttarSosialinum í dag, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum, ber til at lesa um nýggju steypavinnararnar í kvinnufótbólti, sum nú ætla sær at bróta søguligu sigursrøðina hjá KÍ.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Les eisini alt um 21. umfar í Effo-deildini, har spælarametingar eru frá dystinum í Gundadali, har HB vann 3-1 á TB/FCS/Royn. Les eisini um hinar dystirnar hetta umfari og hvat fjeppararnir hjá teimum siga.

 

Kappingarárið í amerikanskum fótbólti – NFL – er júst byrjað. Í blaðnum í dag er kanst tú blíva væl klókari upp á NFL og tú kanst lesa hvat føroyskur viðmerkjari heldur.

 

Les eisini um Amiée Hansen, sum hevur vunnið DM í Bodyfitness. Hon sigur millum annað, at tað er ikki hart alt liva soleiðis, sum hon ger í samband við kappingina, men at tað alíka væl kann kosta.

 

Les eisini klummuna um kvinnur í føroyskum ítrótti, Jóan Símun Edmundsson, stuttsøgd ítróttartíðindi, ummælið av bók um Morten Andersen, sum í nógv ár spældi amerikanska fótbólt og royn spurnarkappingina.