Nú vilja vágbingar bara hava regn

Turrveðrið seinastu tíðina hevur kostað vágbingum nógvar pengar. Eitt nú hevur fiskaarbeiðið verið nógv skert

Tað er sanniliga ikki oftani, at tað er neyðugt hjá okkum í Føroyum at biðja um regn.

Men nú hevur turrveður verið so leingi, at nógva staðni er vatnið við at ganga undan.

Og í Vági stendur nú so illa til, at vágbingar vilja bara hava regn.

Tað er ikki ókent, at tað er ov lítið vatn í Vági, tá ið turrveður er. Men sjálvdan hevur tað verið so turt um hesar seinsatu vikurnar, og nú er aftur vatntrot í Vági.

Tað hevur at kalla ikki regnað í fleiri vikur og nú er tað so galið, at tað er blivin ein álvarsligur bági hjá vinnulívinum í Vági.

Ikki minst hevur vatntrotið rakt fiskivinnuna, sum krevur nógv vatn, men eisini aðrar vinnur eru raktar.

Eitt nú var tað ikki meiri enn bakarin í býnum fekk nakað í ovnin í gjáramorgunin, tí hann hevði onki vatn. Tað gekk í gjár, men eftir, hvat skilst, er tað hvønn dag eitt ivamál, um hann fær nokk av vatni at baka við, so er tað ikki at regna nú, skal tað ikki undra nakran, um tað eisini fer at mangla breyð í Suðuroynni fyrsta dagin, í hvussu so er frá tí eina eina bakaranum.


Fiskavirki liggja lamin

Eitt er at mangla bollar og breyð. Verri er, at tann vatnkrevjandi vinnan í Vági, eitt nú fiskivinnan, eisini er farin at merkja sviðan av vatntrotinum.

Tað eina fisksavirkið í bygdini, Sancy Seafood, hevur ligið lamið leingi, tí onki vatn er.

? Vit hava ikki fingið arbeitt fisk í tríggjar vikur, sigur Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari.

Hann sigur, at teir hava ikki torað at keypt fisk og tað hevur enntá verið so galið onkuntíð, tá ið teir hava tikið kansin og keypt fisk, at teir hava verið noyddur at selja hann norðureftir aftur, óvirkaðan, tí vatnið er blivið uppi, so teir hava ikki fingið arbeitt hann.

Virkisleiðarin sigur, at hetta hevur kostað virkinum ein hóp av pengum, umframt at tað sjálvsagt hevur hevur kostað arbeiðsfólkið fitt í arbeiðsløn.

Hann sigur, at veðurstøðirnar hava boðað frá eitt sindur regni nú, men hann vónar, at tað fer at regna illa.

Sancy er á veg til lands at avreiða, men sum er, fáa teir ikki keypt fiskin.

? Vónandi fer tað at regna so at vit ikki eisini missa tað lastina, sigur Jens Petur Brattalíð.

Á Palm Seafood hevur ikki staðið so illa til. Petur Johannesen, sigur, at tey hava klárað seg, men tey eru so ?heppin?, at teirra virkið er bundið í vatnveitingina, frammanfyri virkið hjá Sancy Seafood.

? So enn hava vit klára okkum. Men tað er sera lítið vatn og tað ger, at vit ansa eftir, ikki at keypa ov nógvan fisk, so upp á tann mátan er hetta ómetaliga forargiligt, sigur hann.


Síðstu ferð

Gongur sum ætlað, verður hetta kortini síðstu ferð, at vatntrot verður í Vági.

Vágs Býráð samtykti nevniliga fyrr í ár at taka upp samráðingar við SEV um at fáa loyvi til at leggja vatnveiting niðan í Miðvatn, sum SEV eisini fær vatn frá til elverkið í Botni.

Ætlanin hjá vágbingum er at fáa eina avtalu við SEV um at kunna fáa vatn úr Miðvatni í eini trongstøðu, sum hesari.

Fæst avtala um tað, verður vatnveiting løgd úr Miðvatni, oman í vatngoymsluna í Vági.

Vágs Býráð hevur biðið verkfrøðing gera eitt uppskot og tá ið tað er liðugt, verður biðið um samráðingar við SEV.in støðg uppá eitt ár. 1989 var tí eitt Iron Maiden frítt ár.

Bruce Dickinson nýtti høvið hetta árið at útgeva ein soloplátu, Tatooed Millonaire er heitið á hesari, sum fekk fína móttøku. Eisini Adrian Smith royndi seg sum solist, eftir at hann var farin burtur úr Iron Maiden. A.S.A.P ella Adrian Smith And Project komu sama árið við útgávuni Silver & Gold, og kanska er tað onkur sum minnist heitislagið, sum av og á var at hoyra.

Við nýggja guitarleikaranum Jannick Gers fóru Iron Maiden aftur í upptøkuhølini í 1990. Úrslitið av hesum upptøkum fekk navnið No Prayer For The Dying, og var ein afturvendan til gamla Iron Maiden stílin.


Exit Bruce Dickinson

Í 1992 kom so seinasta studioútgávan við Bruce Dickinson sum sangara, um sæð verður burtur frá Brave New World, ið hevur fáar dagar á baki. Fear Of The Dark er heitið á útgávuni, sum inniheldur 12 løg av skiftandi góðsku. Tað er eingin loyna, at tíðin um hetta mundið álvorliga var um at fara frá Iron Maiden, og tí galloperandi arbeiðararokkinum, sum teir líka síðani stovnanina hava hildið fast um.

Móttøkan av plátuni í Onglandi var hóast hetta rættuliga góð. Hon streyk beinleiðis inn á eitt fyrstapláss á sølulistunum. Ummælarar vóru hinvegin ikki ovurfegnir, og onkrir av teimum vóru eisini rættiliga náðileysir, tá teir skuldu fella dóm yvir útgávuna. Sum sagt, so var hetta svanasangurin hjá Bruce Dickinson í leiklutinum sum oddamaður í Iron Maiden. Aftana at hann hevði tikið seg úr bólkinum, segði hann alment, at hann metti at tíðin var farin frá Iron Maiden, og varð hetta av mongum skilt sum ein ábending til hinar limirnar í bólkinum um at tíðin var komin til at leggja árarnar inn, áðrenn tað seinasta av tí virðing í framvegis var millum manna skuldi hvørva

Eftir at Fear Of The Dark var útkomin fóru Iron Maiden á eina umfatandi farvæl konsertferð við Bruce Dickinson, eitt nú vóru teir eitt av høvuðsnøvnunum á tí árliga afturvendandi tiltakinum, Monsters Of Rock, sum verður hildið við Castle Donnington í Onglandi. Henda konsertferðin var væl vitjað. Nógvir av trúgvu Iron Maiden fjepparunum vildu nýta høvið at hoyra Bruce Dickinson eina seinastu ferð. Eisini úr Føroyum fór fitt av fólki við Smyrli til Skotlands á konsert við bólkinum.


Enter Blaze Bayley

Eftir at Bruce Dickinson var farin burtur úr Iron Maiden, fingu hinir limirnir ein nýggjan sangara upp í bólkin. Blaze Bailey, varð maðurin sum skuldi ganga í fótasporum Bruce Dickinsons. Orøkin til at valið júst fall á Blaze Bailey var, at Iron Maiden hevði verið á konsertferð saman við gamla bólkinum hjá Blaze Bailey, sum nevndist Wolfsbane. Wolfsbane blivu í 1990 spáddir eina stóra framtíð, tá teir góvu út fløguna Down Fall The Good Guys, men hetta bleiv kortini ongantíð til tað stóra.

Tvær útgávur bleiv tað til við Blaze Bailey sum sangara. Tann fyrra, The X Factor, kom út í 1995, og tann seinna, Virtual XI, kom í 1998. Hvørgin av hesum útgávum megnaði at sannføra fólk um at tað var eitt lív eftir Bruce Dickinson. Endin var tískil at Blaze Bailey fekk durafjórðingin aftur.


The Beast Is Back

Í 1999 hendi so tað sum nógv høvdu droymt um. Bæði Bruce Dickinson og Adrian Smith komu upp í bólkin aftur. Við trimum guitaristum, og Bruce Dickinson á odda, fóru Iron Maiden á eina útselda konsertferð í USA.

Fyri fáum døgum síðani kom so útgávan sum skal prógva at Iron Maiden framvegis kunnu kalla seg heimsins besta tungmálmsbólk. Brave New World er heitið á útgávuni, tikið frá bókini hjá Huxley við sama navni. Henda fløga er líka trúgv móti upprunanunum, sum ein muslimur móti koranini. Iron Maiden gera á hesi útgávuni tað teir duga best, nevniliga at spæla Iron Maiden. Einasta broyting í ljóðmyndini er at tað hevur eydnast framleiðaranum, Kevin Shirley, at framganda eitt trummuljóð, sum veruliga vil nakað. Vanligt trummuljóð hevur verið ein trupulleiki hjá Iron Maiden líka frá fyrsta degi.

Spennandi verður at hoyra um Iron Maiden, við sterkastu manning, megna at halda skútuni flótandi nú vit eru farin inn í eitt

nýtt ártúsund, har rapp og rennifjala punk, eru ráðandi kreftirnar á alltjóða tónleikapallinum. Respekt!