Eirikur Lindenskov
? Fólk spyrja meira eftir píkum í dag, enn tey hava gjørt.
Hetta sigur Fríðrikur Bláhamar, dekksølumaður í Havn.
Orsøkina heldur Fríðrikur Bláhamar vera, at fólk í dag vilja kenna seg trygg.
? Tey hava nýggjari bilar í dag - og tey halda at við píkum eru tey tryggari, og tískil er íløgan í bilin betur tryggjað við píkum.
? Men tað er ein følsk trygd, heldur hann.
? Tað er sera vandamikið blint at líta á píkarnar, tí í sær sjálvum eru teir eingin trygd.
Fríðrikur Bláhamar grundar sína ávaring soleiðis:
? Summi fólk seta píkarnar undir bilin so skjótt, sum farið er um 15. oktober. Tey koyra so við píkunum allan veturin. Men trupulleikin er bara tann, at tað als ikki er kavi allan veturin - ofta kemur liggjandi kavi ikki fyrr enn eftir jól, og tá hava tey kanska koyrt við píkum í einar tveir, tríggjar ella fýra mánaðir. Og einki er so ringt fyri píkarnar, sum táur vegur, tí tá slítast teir upp.
? Hvør er tá trygdin, tá hálkan kemur? spyr Fríðrikur Bláhamar.
Sum dekksølumaður tosar Fríðrikur sjálvandi nógv við fólk um píkar mótvegis lamelldekkum, sum seinnu árini hava vunnið nógv fram.
? Ofta koma fólk inn á gólvið hja okkum og biða um píkar. Tá vit so hava tosað um hetta eina løtu, so fara tey útaftur við lamelldekkum, greiðir Fríðrikur Bláhamar frá.
Fríðrikur hevur, eins og faðirin, Sámal Bláhamar, nærum kent tað sum eina missión at vísa á, at píkadekkini als ikki eru gongda leiðin. Fríðrikur sigur, at í allar flestu førunum eru lamelldekkini minst líka góð - og so eru tey eisini so nógv umhvørvisvinarligari.
Tá vit koyra við píkum, so vita øll, at vit skulu hava píkar á øllum fýra hjólunum. Men tey flestu geva sær ikki far um, at hetta er galdandi fyri øll dekksløg - eisini tá talan er um lamelldekk ella summardekk, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Píkadekkini skul í seinasta lagi avaftur 1. mai?