Nú vil “Silent” Stan eiga alt Arsenal

Umstríddi eigarin er nú í holt við, at keypa allar partar av Premier League felagnum

BBC skrivar í dag, at amerikanska høvðuseigarin í Arsenal, Stan Kroenke, er í holt við at keypa hinar eigararnar út úr Premier League felagnum. Milliardingurin er umstríddur, tí hann situr tungt á kassanum.

 

Mótvektin hevur verið bersøgni Alisher Usmanov, sum fyrr hevur úttalað um, at hann ynskir at felagið skal keypa fleiri spælarar, og bjóða teimum stóru av, meðan Stan Kroenke og nú fyrrverandi venjarin, Arsene Wenger, skulu eitast at hava hildið aftur við at brúka nógvar pengar.

 

Stan Kroenke, sum vegna sítt afturhaldni at úttala seg, eisini verður nevndur “Silent” Stan, hevur bjóðað áleið fimm milliardir krónur fyri tey 30 prosentini, sum Alisher Usmanov eigur. Arsenal verður mett at verða vert áleið 15 milliardir krónur.

 

Keypið ger eisini, at allir smærru partaeigarnir verða keyptir út. Hetta er í fleiri førum viðhaldsfólk hjá Arsenal, sum hava átt lut í felagnum í nógv ár. Fjepparabólkar hjá Arsenal harta keypið, sum gevur Stan Kroenke alla maktina í felagnum.

 

Premier League byrjar fríggjadagin, tá Manchester United fær vitjan av Leicester. Arsenal skal sunnudagin spæla móti Manchester City.