HM-toppskjúttin Miroslav Klose, sum spælir fyri týska felagið Werder Bremen, ætlar sær nú út um Týskland at royna síni fótbóltevni. Klose hevur sáttmála við Werder Bremen fram til næsta summar, og nú verður rokna við, at Klose fer at skifta felag.
- Bayern Munchen hevur eitt gott lið, men um eg skal skifta frá Werder Bremen, skal tað verða til eitt útlendskt stórfelag sum tildømis Barcelona ella Real Madrid, sigur 28 ára gamli Kolse við týskar fjølmiðlar.
Klose hevur spælt 61 landskappingardystir fyri Werder Bremen, og hann hevur gjørt 42 mál í hesum dystum.










