HB-liðið er svangt eftir sigri. Síðani 21. mai hevur liðið spælt átta dystir, og bert tvær ferðir hevur tað eydnast HB at vinna. Seinasti sigurin hjá HB var tann 11. juni á Skála, og tað fyri meira enn einum mánaði síðani.
- Vit hava eitt mál við dystinum sunnudagin, og tað er at vinna. Tað var sera skuffandi, at vit ikki vunnu í Vági seinast, tí vit høvdu alt spælið og áttu at vunnið, sigur Krzystof Popczynski, venjari hjá HB.
Til dystin sunnudagin hevur hann væntandi Rógva Jacobsen tøkan til álopið hjá sær. Fyrrapartin í dag var spæliloyvið hjá honum ikki komið til HB, men roknað varð við, at tað kom í rættlag seinni á degnum.
B68 hevur tað tungt í botninum, og fyri viku síðani skifti liðið venjara. Seinasti dysturin endaði við javnleiki, men hesaferð er uppgávan munandi strævnari.
Jann Ingi Petersen hevur leikbann til dystin ímóti HB, men Øssur Hansen er heima aftur, og hann verður vætnandi við í hópinum.
B68 hevur eisini leigað Hendrik Rubeksen úr HB, og hann vilja teir gjarna brúka longu sunnudagin. Spurningurin er bara, um HB vil loyva B68 at brúka sín egna álopsspælara ímóti sær. Fyrrapartin fríggjadagin vóru ikki allir smálutirnir í avtaluni komnir upp á pláss, men tað var í øllum førum roknað sum vist, at Hendrik nú verður leigaður til B68.