Nú verður Week-end!

»Skrivaður úr einum humoristiskum, kenslubornum og heilt sermerktum hugaheimi. Einum hugaheimi sum ongantíð gloymir teir einstaku persónarnir og letur teir vaksa og liva í tí umhvørvi, teir eru settir í. Og ikki minst tí samfelagið teir liva, ella vilja liva í«.

 

Soleiðis segði dómsnevndin fyri leikritakappingina hjá Leikpalli Føroya um vinnandi leikritið Eitur nakað land Week-end? hjá Jóanes Nielsen. Og leygardagin 17. mars kl. 19.00 verður so »verðinspremiera«, ella frumsýning, hjá Grímu á Gamla Meiarínum.


Gaman og álvara

Leikur fer fram í Føroyum í dag, á stongdari deild á sinnissjúkrahúsi. Her eru so at siga allir samfelagsbólkar umboðaðir, hvør við sínari psykosu: Akademikarin (sum hevur hallusinatiónir), sjómaðurin (sum sá Jesus uppi í Grønlandi), bóndin (sum misrøkti neytini hjá sær), tann føroyska konan (sum er alt annað enn gagg), og listafólkið (sum hevur jólaneurosu). Øll hava tey sínar góðu og minni góðu síður, men felags fyri øll er at tey eru innistongd, svøk og føroyingar!

Leikurin er víttfevnandi og fjølbroyttur, humoristiskur og originalur. Her er gaman og álvara hvørt um annað ? og tann sum heldur seg kenna Jóanes Nielsen verður stórliga bilsin.


Nýggj áskoðarapláss

Gamla Meiaríið er meir og meir farið at líkjast einum leikhúsið. Til seinasta leikin, Krypilin úr Inishmaan varð nýggj ljósútgerð keypt, og til frumsýningina av Eitur nakað land week-end? eru nýggj áskoðarapláss og stólar keypt. So hvussu leikur enn fer, er eingin vandi fyri at nakar fær ilt í afturpatin av honum, lovað tey á Meiarínum!

Leikurin verður sýndur í mars, og so leingi sum fólk koma. Sýningar verða mikudag og hósdag kl. 20.00 og leygardag og sunnudag kl. 16.00.

Tað er Eyðun Johannessen sum bæði leikstýrir og ger pallmyndina. Stamen Stanchev hevur skrivað tónleik og leikarar eru: Egi Dam, Kristina Hansen, Birita Mohr, Katarina Nolsøe, Hans Tórgarð, Kári Øster, Høgni Johansen og Símun Pauli Hansen.