Nú verður vetrarferia í Premier League

Komandi kappingarár verður vetrarferia í ensku Premier League

Enska blaðið, The Times, veit í dag at siga, at enska fótbóltssambandið, FA, hevur ætlanir um at innføra eina vetrarferiu í bestu fótbóltsdeildina, Premier League.

 

Fleiri atfinningar hava í nógv ár verið um, at dystarskráin í Premier League í fleiri umførum hevur verið ov tøtt, og at eingin hvíld er í deildini, samanborið við hinar stóru deildirnar. Millum annað hevur Pep Guardiola sagt, at harða skráin um jólini fer illa við leikarunum, meðan José Mourinho, heldur hørðu leikskránna vera høvuðsorsøkina til at ensk feløg ikki klára seg betur í altjóða fótbólti.

 

Men tað verður helst broytt skjótt, um ein skal trúgva The Times. Vetrarferian fer tó ikki at órógva jólaskránna í Premier League, tí hon verður júst, sum hon altíð hevur verið. Heldur er ætlanin at ferian skal liggja fast 13 dagar fyrst í februar.

 

Sambært The Times hevur enska fótbóltssambandið, FA, ætlanir um, at vetrarferian á fyrsta sinnið verður til kappingarárið í Premier League 2019/2020, sum altso er til komandi kappingarár.