Nú hava vit verið í verkfalli í næstan tríggjar vikur, uttan at Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg ein tumma. Tí føla vit okkum enn einaferð noydd til at herða verkfallið. Tað sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í eini fráboðan í dag.
– Vit fóru í verkfall, tí at Fíggjarmálaráðið vil varðveita søguliga skeivleikan í lønini hjá okkara limum og Hetta kunnu vit sjálvandi ikki góðtaka.
Tey átala, at Fíggjarmálaráðið alla tíðina dregaur lønarhækkingina í seinastu samráðingum uppí málið.
– Boðskapurin er, at lága lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum hesi seinastu 50 árini ger, at sjúkrarøktarfrøðingar skulu ikki ynskja sær somu løn sum aðrir yrkisbólkar við somu útbúgvingarlongd, siga tey.
Tey siga, at tey hava gjørt alt fyri, at verkfallið ikki skal gera støðuna á sjúkrahúsunum hættisliga og tí eru øll neyðug undantøk, givin, men tað hevur ikki fingið Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið.
– Tað er langt síðan vorðið greitt fyri okkum, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum als ikki er áhugaður í semju. Verkfallið er mest av øllum ein kærkomin sparing fyri landskassan. Samstundis vaksa bíðilistarnir og starvsfólkini, ið er eftir á deildunum, verða ovbyrjaði.
– Vit heita tí enn einaferð á løgmann, um at spáka teir fáu metrarnar yvir á skrivstovuna hjá Jørgen, og biða hann taka ábyrgd av ruðuleikanum, ið hann hevur skapt, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Men avleiðingin av støðuni, er, at frá mánamorgunin klokkan átta, verður verkfallið munandi hert, tí tá fer tað eisini at umfata sjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, ið arbeiða á:
EEG ambulatorium
Húð ambulatorium
Skurð ambulatorium
Diabetis ambulatorium
Cardiologisk ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Reumatologisk ambulatorium
Neurologisk ambulatorium
Scopieindini
Tað umfatar eisini sjúkrarøktarfrøðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á:
Svøvn ambulatorium
Diabetis ambulatorium
Almen kriurgisk ambulatorium
Ortopædisk ambulatorium
Urologisk ambulatorium
Og at enda fara sjúkrarøktarfrøðngar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið arbeiða á Pínuklinikkini og á Cardiologisku starvsstovuni, eisini í verkfall.
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt greitt, at tey hava givið seg so langt, sum tey yvirhøvur kunnu.











