Nú verður verkfallið hert upp aftur meiri

Upp aftur fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara nú í verkfall

Nú verður verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hert enn eina ferð enn. Tað hendur í kjalarvørrinum á, at einki spurdist burtur úr fundi við semingsmannin í dag. Vit mugu staðfesta, at Fíggjarmálaráðið ikki vísir nakran vilja at finna semju, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í eini fráboðan beint nú.

Tí verður verkfallið nú víðkað, og tað merkir, at mánamorgunin klokkan sjey dara eisini sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum í verkfall. Hetta er galdandi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, uttan leiðsluna á deildini og tey, sum røkta og viðgera sjúklingar við ólekjandi sjúkum. 

Vit hava meiri klokkan 15.25.