Bæði í fjør og í fyrrárið var ætlanin at vegurin niðan við Hov skuldi asfalterast. Men orsakað av sparingum varð hendan ætlan broytt og flutt til í ár.
Heini Eysturoy, leiðari av deildini fyri infrakervið hjá Landverki sigur við Suðuroyarportalin, at nú eru teir farnir ígongd við at fresa av vegnum.
- Tá tað er liðugt verður farið í undir at regulera vegin. Sjálv asfalteringin verður boðin út í komandi mánaði og verður asfalteringin liðug í ár, upplýsir hann.
Vegurin niðan við Hov varð annars asfalteraður í 1987, tá tvey asfaltløg vórðu løgd, eitt undirlag og síðani eitt slitlag. Eftir hetta er vegjaðarin reguleraður.
Síðani er vegurin ikki asfalteraður, men tað verður so gjørt í ár.
snorri@sosialurin.fo
mynd
BRÚKTUR ENN
Hóast ferðslan um Hovsegg man vera minkað rættiliga nógv, síðani Hovstunnilin lat upp í 2007, verður vegastrekkið millum Hov og Øravík asfalterð
Mynd: flickr.com