Nú verður vátari

Komandi dagarnar liggur eitt stórt lágtrýstsøki nærum stilt yvir bretsku oyggjunum og kaldari luft streymar oman yvir Føroyar av landnyrðingi. Seinni í vikuni kemur eitt brúgvalag inn yvir landið av útsynningi.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin millum 8 og 13 stig. Mikunáttina verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og lutvíst klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin makar hann vindin í fleyr til gul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, undir 6 m/s og fyri tað mesta klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður sum frá líður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Turt og sól og hitin um 10 stig. Um náttina meiri skýggjað og hitin um 7 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av vestri, sum snarar í ein sunnan, 3 til 8 m/s. Sól, men í løtum skýggjað og møguliga regn og hitin um 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað av útsynningi og hitin um 8 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, men út á dagin og náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.