Klokkan eitt í dag læt Rúsan í Suðuroy upp í spildurnýggjum hølum í Líðini í Trongisvági. Rúsan í Suðuroy lat upp í 1993 og líka síðani hevur hon hildið til í leigaðum hølum á Drelnesi, har eisini Føroya Bjór húsast.
##med2##
Men nú eru tey hølini og smá og ótíðarhóskandi og tískil er Rúsan nú flutt í eini nýbygd ein slakan kilometur longur inni á fjørðinum, har tey hava leigað høli til sølubúð og goymslu
##med3##
Harriet Hjelm Joensen, sum er leiðari í rúsuni í Suðuroy sigur, at nýggju Rúsuni hava tey fingið betri pláss og úrslitið av tí er at tey nú hava fingið eitt sindur betri úrval av rúsdrekka, víni, og øli, enn tey áður hava havt.
##med4##
Tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri viðskiftafólk, at tey eisini hava fingið eina nýggja, og framkomna fløskuautomat, har tvey fólk kunnu sleppa av við fløskur í senn, og sum arbeiðir munandi skjótari enn tann gamla automatin gjørdi.
##med5##
Og uttan fyri hava tey eisini fingið stórt og nossligt parkeringspláss, so eisini tey viðurskiftini eru munandi betri í nýggju Rúsuni.
Tænastan batar eisini við tað, at nú fer Rúsan at hava opið ein tíma longri um dagin frá mánadag til hósdag. Og tey, sum støkka inn á gólvið í dag, fáa okkurt lítið undir tonnina og eitt glas.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##