Tónaskaldið Tróndur Bogason og høvundurin Dánial Hoydal eru nú lidnir við tónleik og handrit til spildurnýggja føroyska sangleikin AUDITION. Rýtmiska Kórið í Hoydølum lýsir í dag við upptøkuroynd til AUDITION, komandi vikuskiftið 17-19 aug.
Leikurin snýr seg um nøkur ungfólk, ið vinna sær rættin at umboða Føroyar í altjóða talentkappingini Audition. Leikurin fer fram upp til altjóða finaluna í Ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Í einum spennandi og undirhaldandi meldri blandast altjóða politikkur, kærleiki og leitanin hjá teimum ungu eftir sínum egna samleika, við ta beinhørðu kappingina um at gerast størsta ungdómstalent í Evropa.
Í samstarvi við Norðurlandahúsið, fara Føroya Studentaskúli & HF-Skeið, Tekniski Skúli í Havn, Musikkskúlin í Havn og Handilsskúlin í Havn, at gera hetta til higartil størstu verkætlanina hjá Rýtmiska kórinum í Hoydølum. Venjingarnar byrja beint eftir upptøkuroyndirnar komandi vikuskifti, og leikurin skal frumsýnast í Norðurlandahúsinum um miðjan novembur. Leikstjóri er Annfinnur Heinesen og koreografur Vígdis Hentze Olsen.
Allir miðnámsskúlanæmingar eru vælkomnir at royna seg í sangi, dansi og sjónleiki. Men eftirsum hetta er ein talentkapping til eina talentkapping, so vilja fyrireikarnir harumframt gjarna síggja fólk, sum duga okkurt óvanligt, løgið, stuttligt, serligt. Áhugin plagar at vera stórur at sleppa uppí part, og tí má sigast frá í góðari tíð.
Tekningarfreistin er sett til hóskvøldið 16.aug. kl.22.
Melda til á audition@skulin.fo