Nú verður tunnilin asfalteraður

Í nærum tveir mánaðir hava fólk í Norðoyggjum við ampa koyrt ígjøgnum tann norðara tunnilin á Borðoynni. Orsøkin til hetta er, at menn hjá Landsverki hava grivið omanav inni í myrka tunlinum, við tí í hyggju at vegastrekkið skuldi asfalterast.

Fólk á Viðareiði og Hvannasundi hava spurt seg fyri, hví hetta varð gjørt so tíðliga, tá ein samstundis skuldi bíða so leingi eftir at asfalteringin skuldi byrja. Tey siga, at kanturin ikki í tunlinum er so høgur, at tað hevur ikki verið serliga hugaligt at koyra hjá fólki.

Nú er umsíðir líkt til at okkurt fer at henda á økinum: Í lýsing á heimasíðu sínari boðar Landsverk frá, at asfalteringin í roynd og veru byrjar í morgin.

Sagt verður, at frá hóskvøldinum 2. oktober til leygarmorgunin 4. oktober verður Hvannasundstunnilin stongdur um næturnar millum klokkan 22 og 6 vegna asfaltering.