Nú verður tryggari at vera føroyingur

Løgmaður fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at verja tey, sum eru fyri tráfylging og øðrum ágangi

- Trygdin hjá fólki, sum hava verið fyri ónáðum og órætti, verður nú betri.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi í morgun.

 

Nú fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing, og tað fer at gera tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd ella órógvað.

 

Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari. Tað merkir, at greiðari reglur skulu setast fyri um at fólk skulu halda seg burtur frá fólki, ella bústøðum. Samstundis fer tað eisini at bera til at vísa fólki, sum eru harðlig burtur úr heiminum.

 

- Eingin hevur rætt til at gera seg inn á persónliga frælsið hjá hvørjum einstøkum, sigur løgmaður.

 

- Tá ið persónliga frælsi verður skert, eiga vit at vera á varðhaldi og nýggja lógin verður ein verja hjá teimum, ið eru fyri ágangi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at við nýggju lógini fer tað at bera til at forbjóða fólki at vera nærhendis einum ávísum staði, tað kann vera heiminum, ella arbeiðisplássinum hjá tí, hann tráfylgir, ella ger ónáðir.

 

Fólk yvir 18 ár, kunnu enntá burturvísast heimanífrá í styttri tíðarskeið, er viðkomandi undir illgruna fyri at bróta revsilógina, ella um tey eru hóttandi ímóti øðrum húsfólkum.

 

- Hevur ein persónur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal tað beinanvegin bera til at geva gerningsfólkinum tilhald, soleiðis hann ikki kann seta seg í samband við tey, hann hevur gjørt seg inn á.