Nú verður trupult hjá VÍF

Vestmenningar vóru eitt mál frá at vinna sær eitt týdningarmikið stig í stríðnum um pláss í finalunum um føroya­meistaraheitið. VÍF misti alt á gólvið seinastu løtuna, tá Neistin aftur vann

Nú er tað lítið, sum bendir á, at VÍF skal spæla í finalunum um føroya­meistaraheitið.
Vestmenningar kundu vinna seg í góða støðu. Næsta vikuskiftið skal VÍF á vitjan í Kollafirði, og tað kundi verði eitt satt oddabrak, um vestmenningar høvdu vunnið, ella bara fingið stig, í gjár.
VÍF søplaði snøgt sagt sigurin burtur. Tá seks minuttir restaðu í, vóru gestirnir úr Vestmanna á odda 37-35.

Neistin vann seg aftur
Neistin vann 38-37. Og aftur staðfestu einaráðandi havnarmenninir, at tað eru í serflokki.
Jugoslav Djumic, David Edvardsen og Finnur Hansson, sum hava verið millum teir mest eyð­sýndu í hesum kappingarárinum, skutu trý mál seinastu løtuna, og VÍF svar­aði ikki aftur. Og so vann Neistin aftur.
Heimaliðið legði annars bragdl­igari fyri. Neistin var skjótt á odda við fýra málum, og tann munurin helt sær so at siga allatíðina í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin tóktist tað sum, at VÍF visti, at nú mátti røkka ella støkka. Gestirnir løgdu nógv fyri í seinastu royndini at vinna seg í góða støðu í finalustríðnum. Vest­menningar fingu leiðsluna, men tað, sum vendi upp, tá seks min­uttir restaðu í, vendi brádliga nið­ur tá avtornaði.
Tað var serliga í verjustøðu, at liðini vóru lítið sannførandi. Tað er sjálvsagt, tá heili 75 mál vóru skotin í alt. Neistin hevur ikki havt nakað at spælt fyri í fleiri vikur, og tað merkist sjálvsagt á avrikinum. Tað sigur hinvegin ikki lítið, at verandi greipuvinnararnir halda fram við síni sigursgongd. Seinastu vikuna hevur Neistin vunnið á bæði KÍF og VÍF, sum eru nærmastu kapp­ingar­neytarnir, og sum hava alt at spæla fyri, nú liðini, sum skulu spæla finalurnar, sum finnast.

Møguleikin er lítil
VÍF er framvegis nummar trý við 21 stigum. KÍF, sum vann stórsigur á Team Klaksvík, er nummar tvey við 26 stigum. Átta stig eru eftir at spæla um. Vestmenningar kunnu ikki fáa fleiri enn 29 stig í hesum kapp­ingarárinum. Tað við við øðrum orðum siga, at KÍF manglar fýra stig fyri at staðfesta sítt finalu­pláss.
KÍF fær vitjan av VÍF næsta viku­skiftið.