NSÍ, sum eftir umstøðunum hevur staðið seg væl við einum blaðungum liði í Effodeildini í ár og hevur notið gott av samstarvinum við nýggja venjaran, Kára Reynheim, fekk í gjár eina stóra uppgávu fyri, tá ið teir á útivølli hittu Differdange úr Luksemburg í Europa League. Liðið endaði í fjør á einum fjórða plássi í luksemburgisku deildini.
Hjá NSÍ vóru Debes Danielsen og Helgi L. Petersen ikki tøkir vegna ávikavist skaða og sjúku.
Tað sást á heimamonnunum, at teir vóru sera væl fyri kropsliga, og tað var eisini sjónligt allan dystin á tamb, at teir stóðu seg væl í nærdystunum.
Løgdu seg aftur
NSÍ byrjaði dystin varliga og lá langt afturi á vøllinum. Tað gekk javnt at byrja við, men so við og við vann heimaliðið sær yvirtakið. Tó tilspældu teir sær ikki nakrar vandamiklar møguleikar. Júst sum NSÍ annars var við at spæla fult upp við Differdange, løgdu teir seg á odda. Tað var eftir ein deyðbólt, at bólturin stakk út úr feltinum, har Michel Kettenmeyer langaði til og umvegis ein leikara smeyg bólturin sær í mál til 1-0.
Runavíkingar royndu at stríða seg inn aftur í dystin, men spælið hekk ikki serliga væl saman. Tað merkti, at Differdange hevði bóltin nógv - tó uttan at vera serliga vandamiklir.
Men teir royndu tó og fýra minuttir fyri hálvleik gav tað úrslit. Teir brutu ígjøgnum í høgru síðu, komu heilt aftur til baklinjuna, haðani bólturin varð spældur út frá til ein leysan Gilles Bettmer, sum ótarnaður kundi økja til 2-0.
NSÍ hevði annars stutt undan hesum málinum havt sín besta møguleika, tá ið Jann Martin Mortensen umvegis gott frísparksinnlegg rakti í pannuna á Andras Frederiksberg. Stútari fór tó beint á málverjan.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til heimaliðið.
Hildu ikki tætt
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tveir minuttir gamal, tá ið Differdange økti til 3-0. NSÍ misti bóltin í uppspælinum og misti í somu atløgu fleiri leikarar á miðjuni og í verjuni. Tað gjørdist kostnaðarmikið, tí umvegis skjótt mótálop fekk Omar Er Rafik økt til 3-0.
NSÍ royndi at leggja meiri fyri við at skifta frá eini 4-5-1-skipan til eina 4-4-2-skipan, og hóast teir høvdu bóltin væl meiri eftir hetta umskiftið, so fingu teir einki burturúr. Tað, ið eftir var av dystinum, var deydligt og uttan nakrar upplagdar møguleikar.
NSÍ royndi í dystinum at hugsavna seg um at standa væl á vøllinum og serliga í verjupartinum, men teir fingu ikki byrgt upp fyri trýstinum hjá Differdange í trimum atløgum, og við 0-3-tapi fáa teir nú úr at gera í returdystinum, sum verður spældur á Ovara vølli í Gundadali næsta hósdag kl.18.30.
albinus@sosialurin.fo
Differdange - NSÍ 3-0 (2-0)
1-0: Michel Kettenmeyer, 31.
2-0: Gilles Bettmer, 41.
3-0: Omar Er Rafik, 47.
Differdange: Julien Weber - Phillippe Lebresne (53. Matthias Janish) Andre Almeida Rodrigues, Tom Siebenaler (71. Pedre Ribeiro) Ante Bukovic - Yannick Bastos, Omar er Rafik, Michel Kettenmeyer, Geoffrey Franzony - Gilles Bettmer, Gauthier Caron (80. Pierre Piskor)
Gul kort: Mattias Janisch, Phillippe Lebresme, Andre Almeida Rodrigues
NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál M. Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen (82. Andrias á Líknargøtu) Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jens Joensen
Dómari: Bardhyl Pashaj (Albania)









