Danmark stendur við góðum kortum. Meðan vánirnar eru verri hjá Svøríki og Noreg Innleiðandi HM-bólkaspælið var rættiliga væleydnað, sæð við norðurlendskum eygum. Danmark, Svøríki og Noreg teljast nú millum tær 12 bestu hondbóltstjóðirnar í Heiminum.
Danmark stendur við teimum bestu kortunum, við 4 stigum í skjáttuni í HM millumbólki 1. Danmark skal spæla ímóti Makedonia, Póllandi og Týsklandi innan 4 dagar. 3 stig í hesum dystunum kunnu fara at vísa seg at verða nóg mikið til at røkka hálvfinaluni. Noreg skal spæla ímóti somu londum, men við ongum stigi í millumspælinum, so skal nógv laga seg fyri norðmenn, um teir skulu røkka hálvfinaluni.
Danski veteranurin, Lars Christiansen ávarar, at talan verður um tríggjar harðar dystir ímóti Makedonia, Póllandi og Týsklandi: - Tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir harðir dystir. Menn fara at stríðast. Summi av okkara mótstøðuliðum hava fá stig við sær í millumspælið, so tey eru tvungin til at vinna. So vit mugu betra um okkara spæl. Segði Lars Christiansen við danska TV2. Danmark spælir ímóti Póllandi í morgin kl. 19. Pólland hevur einki stig, og eru pískaðir til at vinna á Danmark.
Svøríki er í millumbólki 1, har teir hava 2 stig við sær. Frakland og Kroatia kunnu leggja sjógv millum seg og hini liðini, longu í morgin. Svøríki má fáa stig burtur úr dystinum ímóti fronsku favorittunum, kl. 17.30 í morgin. Vinnur Frakland, og vinnur Kroatia á Ungarn, so eru Frakland og Kroatia longu langt fremst í bólkinum við 6 stigum, og so sær svart út hjá hinum liðunum at røkka hálvfinaluni.