Nú verður Tofta skúli útbygdur

Lendisarbeiði byrjar um nakrar dagar, og saman við hesum arbeiði verður gamla fimleikarhøllin niðurtikin, og gomlu læknahúsini norðanfyri skúlan verða í heilum líki flutt á annað grundøki

Útbyggingarnar av skúlanum á Toftum byrja ætlandi fyrst í komandi mánaði, tá ið lendisarbeiðið fer í gongd.
Tveir arbeiðstakarar bjóðaðu upp á henda partin av arbeiðnum, og tað var felagið, Falkon hjá Jóhan Berg í Saltnesi, sum hevði lægra tilboðið og hevur átikið sær arbeiðið.

Kommunan væl nøgd

Símun Johannesen, borgarstjóri, sigur, at tey í kommununi eru væl nøgd við tilboðið, sum er upp á umleið 460.000 krónur. Aftrat hesum kemur keyp av gróti, sum stendst av lendisarbeiðnum.
- Í sambandi við útbjóðingina, var treytin hon, at arbeiðstakarin átti grótið. Samstundis bant kommunan seg til at keypa grótið aftur fyri ein ávísan prís. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar grótið frá lendisarbeiðnum í fyrstu syfti verður lagt, men ætlanin er at nýta tað til planering av ídnaðarøkinum ella til útbygging av Oyrahavnini. Endalig støða er ikki tikin til hetta enn, men ætlandi verður fundur í bygdaráðnum í kvøld um eitt nú hetta mál.
Hann sigur, at lendisarbeiðið saman við keypi av gróti og koyringini kemur at liggja undir 1 miljón krónur, og tað heldur kommunan vera á góðari leið.

Læknahúsini flytast
Símun sigur, at uppi í lendisarbeiðnum, sum Falkon nú fer undir, er eisini niðurtøka av gomlu fimleikarhøllini og flyting av gomlu læknahúsunum norðanfyri skúlan, sum seinastu árini hevur verið teldustova, eins og talvfelagið hevur nýtt hølini til sínar aktivitetir.
- Vit hava selt læknahúsini, og sambært teirri ætlanini verða tey ikki niðurtikin, men flutt í heilum líki á eitt grundøki Undir Nesinum, sum verður planerað til endamálið, sigur borgarstjórin.
Hann væntar, at planeringsarbeiði við niðurtøku av fimleikarhøllini og burturflyting av læknahúsunum verður liðugt, tá ið komið er nakað út í juni.
- Ein partur av økinum omanfyri fimleikarhøllina, har parkeringsplássini eru í dag, verður eisini gjørt byggibúgvið í sambandi við útbyggingina, sigur Símun Johannesen.

Byrjar til heystar

Borgarstjórin sigur, at teknistovan hjá Alberti Isfeld er í holt við at gera útbjóðingartilfarið til sjálvt byggiarbeiði klárt, og ætlanin er, at hesin parturin, sum verður fyrsta byggistigið, byrjar til heystar ella umleið mánaðarskiftið august/ september.
Hann vísir á, at sitandi bygdaráð, sum tók við 1. januar í ár, er í holt við at endurskoða byggiætlanina, og enn er ikki alt undir landi um, hvussu skjótt samlaða projektið skal fremjast.
- Men sambært teirri ætlan, sum fyriliggur, verður skúlin liðugt útbygdur í juni mánaða um tvey ár.
Símun sigur, at soleiðis, sum fíggjarvánirnar í samfelagnum eru í løtuni, er ikki óhugsandi, at umbyggingararbeiði, sum ætlanin er at fremja á tann nýggjara skúlabygningin, verður skotið nakað út, men hetta verður greitt, tá ið nýggja bygdaráðið er samt um, hvussu gongdin verður.

Nýggj fimleikarhøll

Borgarstjórin sigur, at fyrsta byggistig av skúlaprojektinum fevnir um nýggja fimleikarhøll, sum er góðkend til allar vanligar ítróttarkappingar, undantikið hondbólt. Høllin við umklæðingarrúmum verður 620 fermetrar stór, og er tað ein rættiliga stór fimleikarhøll í mun til ta gomlu, sum nú verður tikin niður.
Nýggja fimleikarhøllin verður bygd norður á økið, har gomlu læknahúsini standa í dag, men borgarstjórin vísir á, at frástøðan til næstu húsini norðanfyri læknahúsini verður størri, enn hon er í dag, tá ið høllin er uppkomin.
- Tað verða einir 8-9 metrar norður til tey næstu húsini, sigur hann.

Mentanardepil

Símun vísir á, at nýggja fimleikarhøllin verður bundin saman við gamla skúlabygninginum við einum millumbygningi, sum samstundis verður ein mentunardepil ella tænastudepil, har rúm verður fyri ymiskum mentanarligum aktivitetum.
- Uppat hesum "depli" verður eitt nú tónleikastova, bókasavn, skúlakøkur og hondarbeiðsstova - og so sjálv fimleikarhøllin, ið eisini fer at kunna brúkast sum partur av mentanardeplinum, tá ið stór tiltøk eru á skránni.
Borgarstjórin vísir á, at aftrat hesum verða bygdar fýra
nýggjar, vanligar skúlastovur í hesum fyrsta byggistigi av skúlabyggingini.
At enda sigur Símun Johannesen, at samlaða skúlaprojektið, ið sum nevnt eisini fevnir um umbygging av 80-ára bygninginum, verður mett at kosta einar 44 miljónir krónur, men hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at kostnaðurin verður nakað lægri, nú minni virksemi er í landinum.